Tað einasta tíðarskeiðið, ein kvinna veruliga kann broyta ein mann, er meðan hann er smábarn
- Natalie Wood

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Føroysk húsarhald áttu við árslok 2023 privata eftirlønaruppsparing í Føroyum fyri 10 mia. kr. Samlaða eftirlønaruppsparingin vaks ikki í 2022 í mun til 2021 vegna kursfallið í 2022, sí mynd 1.

Av teimum 10 mia. kr. standa 1,8 mia. kr. í føroysku bankunum, sum longu eru forskattaðar, og harafturat standa 600 mió. kr. í føroysku bankunum, sum skulu skattast við útgjald eftir gomlu skipanini. Í føroysku tryggingar- og pensjónsfeløgunum eiga føroyingar 4,6 mia. kr. sum longu eru skattaðar, og 3 mia.kr., sum skulu skattast við útgjald.

Afturat privatu eftirlønaruppsparingini í Føroyum eiga summir føroyingar eftirlønaruppsparing í donskum pensjónsfeløgum fyri 2,8 mia. kr. tilsamans, men henda upphædd er higartil bert gjørd upp fyri árið 2022.

Verður mett, at føroyingar framvegis eiga áleið 2,8 mia. kr. uppspardar í donskum pensjónsfeløgum í 2023, kann samlaða privata eftirlønaruppsparingin í 2023 metast til at vera áleið 12,8 mia. kr. 

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo