Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nógv spennandi er á skránni í Tórsgøtu komandi leygardag. Endamálið við tiltakinum, ið ber heitið “Slaktið”, er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini – bæði frá djórum, sum til dømis frá seyðum og neytum, til grønmeti, sum til dømis rabarbur og røtur. Ætlanin er, at vísa á, hvussu nógv vit føroyingar í veruleikanum kunnu fáa burturúr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á besta hátt.

Føroyski kokkurin, Ruben Busk, fer at grilla lambskjøt og bjóða smakkiroyndir. Harumframt fara fleiri føroyskar fyritøkur at luttaka við básum. Millum annað fara Krás og Kjøtbúðin at hava hvør sín bás, har tær fara at bjóða smakkiroyndir av teimum vørunum, ið fyritøkurnar framleiða og selja úr føroyskum seyði.

MBM, Veltan, Føroya Bjór og Okkara bjóða eisini smakkiroyndir og fara at selja ymiskar vørur, og LM Handilin og Polaris fara at sýna fram ymiskt spennandi. Eisini verður hissini søla av matvørum av Trøllanesi og úr Húsvík, og møguleiki verður eisini at fáa kvest sínar kvínar á staðnum.

Livandi kríatúr, so sum seyðir og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettað - ein upplagdur møguleiki at vísa eftirkomarum hvussu matur verður fingin til vega. Og sjálvandi verður eisini okkurt undirhald - millum annað fara býráðslimir at kappast um, hvør klárar at mjólka ein kúgv skjótast!

Ynskt verður, at so nógv fólk sum møguligt koma til tiltakið og fáa eyguni upp fyri møguleikunum í tí fantastiska tilfeingi, ið okkara jørð hevur at bjóða. Tí er ókeypis atgongd. Tiltakið byrjar kl. 10 leygardagin, 24. september, og steðgar umleið kl. 17. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo