Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ikki loyvt at innflyta hundar, sum upprunaliga eru aldir til bardaga, varðhald, jakt ella verju, hava ágangandi tvísint sinnalag og eru sterkir og harðførir, umframt blandingar av hundasløgum við hesum eginleikum. Tað stendur í kunngerðini um forboð ímóti innflutningi av hundum, sum kom í gildi 1. oktober 2021. Og tað var hesa kunngerðina, sum landsdjóralæknin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan vístu til, tá tey noktaðu einum hundaeigara at innflyta ein hund av slagnum Olde English Bulldogge.

Men eigarin lat sær ikki hetta lynda, og kærdi til Vinnukærunevndina, sum tó nú hevur staðfest avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Kærarin førdi millum annað fram, at tað ongastaðni stendur, at júst hetta hudaslagið er forboðið í Føroyum. Og so var annars ikki talan um eitt hundaslag, sum var vandamikið, eins og fleiri slíkir hundar longu eru í Føroyum, segði kærarin.

Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan var eisini í iva um, hvørt Olde English Bulldogge í heila tikið kundi sigast at vera eitt sjálvstøðugt viðukent hundaslag, tí talan er í veruleikanum um eina blanding ímillum fleiri onnur bulldog hundasløg, og summi teirra hava ringar og óynsktar eginleikar. Teir hundarnir sum er í landinum eru komnir her áðrenn reglurnar vórðu herdar í oktober í 2021.

Tí stafesti kærunevndin avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Les alt málið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo