Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar kommuna: Er neyðugt, at bilurin stendur í tómgongd? Motorurin er gjørdur til at brenna best, tá ið bilurin koyrir. Tí dálkar ein bilur, ið stendur í tómgongd, meira enn ein bilur, ið koyrir. 

Tá ið akfarið stendur í tómgongd, brennir motorurin meira, og eitrandi gassir og nógvir bitlar leiðast út í luftina gjøgnum útstoytið. Motorurin slítist eisini óneyðuga nógv, tá ið bilurin stendur í tómgongd – serliga vetrarhálvuna, tá ið tað er kaldari. 

Havast skal eisini í huga, at útstoytið er í barnahædd, og børn eru serliga viðkvom fyri luftdálking.

Vegleiðing
Sløkk bilin, tá ið tú:
• Setir vørur í bilin ella tekur tær úr bilinum   
• Tekur fólk uppií ella setir tey av t.d. tá ið børn fara á stovn og verða heintaði.
• Steðgar fyri at fara á telefonina o.a.
• Sum hýruvognsførari bíðar framman fyri høvuðsdyrnar ella á steðgiplássi.
• Sum bussførari bíðar eftir ferðafólki á endastøðum.
• Steðgar fyri at fara eitt stutt ørindi.
• Bíðar eftir einum tøkum parkeringsplássi.
• Skavar ís av rútinum.

Hvat geri eg vetrarhálvuna, tá ið bilurin er ísakaldur?

Nøkur hava fyri vana at lata bilin standa í tómgongd og hita hann upp, tá ið kalt er. Men hesin hátturin at lata bilin orna ger lítlan mun, hóast tað gerst lættari at skava ís av rútunum. Betri er at hava ein motor- og rúmhitara, sum fæst við fjarstýring. Eisini ber til at fáa hitan gjøgnum kropsligt arbeiði, tá ið skavað verður av rútinum. Hettar er best fyri bilin, teg sjálvan og umhvørvi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo