Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Fimm liggja við bryggju.

Streymurin verður brúkiligur og veðurforsøgnin sær brúkilig út, so vit væntað nakað av útróðrafiski. Tað er mest toskur og hýsa bátarnir fáa, men fiskaríið er smáligt.

Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva. Smáligt fiskarí. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Eisini teir fiska svartkalva.

Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør landa í vikuni. Ikki tað stóra fiskaríið. Tvey pør fiska gulllaks.  

Tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tríggir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er smáligt og eru teir eisini tarnaðir av veðri. Allir landa í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí.  Øll landa væntandi í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo