Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tvey línuskip eru á Íslandsrygginum og koma væntandi at landa síðst í vikuni. Tey fáa mest av toski og svartkalva.  Eitt er á Føroya Banka og eitt norðanfyri og koma tey helst at landa fyrst í vikuni. Tey fáa mest av hýsu og longu.

Tvey frystilínuskip koma at landa í vikuni. Tey hava mest av toski og so nakað av skøtu og kalva. Fýra onnur frystilínuskip fiska undir Føroyum.

Streymurin verður hampuligur til útróður, og veðrið sær út til at blíva brúkiligt í vikuni, so roknað verður við nakað av útróði. Fiskaríið er tó smáligt.

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo