Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Línuskip: Seks eru á landgrunninum og trý eru á Íslandsrygginum. Tey á landgrunninum fiska mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu, meðan tey á Íslandsrygginum fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Vit rokna við trimum skipum fyrst í vikuni og so møguliga onkrum síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðrið verður hampuligt, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk og kemur hann at landa í vikuni. Ein er sunnanfyri og fiskar mest stinglaks og blálongu.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt. Skipini landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Fýra trolbátar eru til fiskarí. Ein er á Skeivabanka og fiskar mest av havtasku, upsa, longu og nakað av hvítingi og so eru tríggir norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og flatfiski. Onkur landar møguliga fyrst í vikuni og so hinir miðskeiðis í vikuni. Smáligt fiskarí.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúkiligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo