40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um hagtøl fyri avlýsingar á Suðuroyarleiðini.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu nógvar avlýsingar hava verið á Suðuroyarleiðini frá 1990 til í dag?

2. Hvussu býta avlýsingarnar seg mánaðarliga og árliga fyri hvørt einstakt skip á leiðini - eisini fyri avloysaraskip?

Svar til fyrispurning 1 og 2
Spurt verður um neyv hagtøl fyri avlýsingar hjá Strandferðsluni seinastu 32 árini. Strandferðslan upplýsir, at stovnurin ikki hevur skipaði hagtøl fyri avlýsingar fyri tíðarskeiðið 1990 - 2014, men hevur hinvegin skipað hagtøl fyri avlýsingar fyri 2015-2022. Svarið uppá fyrispurningin er grundað á hagtøl frá Strandferðsluni.

Greitt verður fyrst frá málinum um reglusemi í breiðum høpi, fyri at fáa eina heildarmynd av støðuni, tí fyritreytirnar hjá Strandferðsluni at røkja Suðuroyarleiðina eru sera nógv broyttar.

Túratal
Í tíðarskeiðinum 1991 – 2000 (10 ár) vóru sambært Strandferðsluni í miðal 1.050 túrar millum Havnina og Suðuroy um árið. Í 2010 var túratalið um Suðuroyarfjørð umleið 1.650 um árið.

Eftir galdandi ferðaætlan siglir Smyril 365 dagar um árið, og siglir 18 ferðir tur/retur, ella 36 ferðir um Suðuroyarfjørð um vikuna. Árliga túratalið um Suðuroyarfjørð er eftir hesum 1.872. Sí talvu 1. beint niðanfyri.

Strandferðslan upplýsir, at túratalið er økt við eini 822 túrum í tíðarskeiðinum, sum svarar til 77,3%. Økt túratal merkir, alt annað óbroytt, fleiri avlýsingar.

##med2##

Ferjur
Strandferðslan hevði tvey skip tøk á Suðuroyarleiðini, Smyril og Teistan til seint í 1997, tá Teistin var seldur. Teistin var settur inn á Suðuroyarleiðina tá tørvur var á tí.

Virksemi (ferðaætlanin) kundi tí leggjast betri til rættis í sambandi við viðlíkahald, teknisk brek, dokkingar og annað, og reglusemi var tí gott á farleiðini.

Síðan Teistin var seldur í 1997, hevur Smyril einsamallur verið álitið á Suðuroyarleiðini. Tá fleiri túrar verða sigldir einstaka dagin, er til dømis ikki pláss í ferðaætlanin til at útseta ein túr til seinri á dagin, í staðin fyri at avlýsa.

Hvíld
Strandferðslan greiðir frá, at hvílureglurnar hjá manningunum eru herdar og ávirkar tað fleksibilitetin. Manningarnar hava ikki loyvi til at sigla meiri enn 13 tímar um dagin. Verður hvílitíðin ikki hildin hevur skipið ikki loyvi til at loysa morgunin eftir.

Hagtøl, avlýsingar
Strandferðslan upplýsir, at í tíðarskeiðinum 2015 – 2022 hava tað verið millum 14 og 40 avlýsingar árliga. Størsta orsøkin til avlýsingar er veðrið, meginpartin á hávetri. Í mun til samlaða túratalið, eru avlýsingar millum 0,75% til 2,14%

Tá avloysaraskip eru fyri Smyril, verður vanliga siglt væl færri túrar (avmarkað ferðaætlan), sum verður skrásett sum avlýsingar. Nakrar avlýsingar eru vegna teknisk viðurskifti, umvælingar, dagføringar, eftirlit og annað.

Sí niðanfyri talvu 2, 3, 4, 5 og 6 við yvirliti yvir avlýsingar á Suðuroyarleiðini.

##med3##
##med4##
##med5##

Farmaskip/eykaskip
Sum kunnugt arbeiðir Strandferðslan við eini loysn, har eitt skip verður keypt til at røkja farmaflutningin millum Havnina og Suðuroy, og sum eisini verður avloysaraskip fyri Smyril.

Við hesum fæst ein greiður skilnaður millum vinnuligan farmaflutning og ferðafólkaflutning á Suðuroyarleiðini, og reglusemi verður enn betri tá eykaskip er tøkt.

Tinganes, 7. februar 2022
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo