Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Strandferðslan: Royndarsiglingin úr Munkebo norður til Skagen er nú endað. Smyril er nú komin út í Skagerrak og hevur sett kós móti Føroyum.

Tað hevur gingið so mikið væl við dokkingini av Smyril, at størsti parturin av arbeiðinum er liðugt, eina heila viku fyrr enn ætlað.

Starvsfólkið umborð hevur lagt nógv fyri og arbeitt miðvíst við dokkingarætlanini, so at tað nú ber til at sigla heim aftur til Føroyar.

Somuleiðis hevur manningin umborð á Herjólfi III og farmastøðirnar á Krambatanga og í Tórshavn gjørt sítt stóra íkast til, at siglingin á leið 7 hevur gingið sera væl meðan Smyril hevur verið í dokk.  

Vantandi verður skipið á Tvøroyri um middagsleitið, mánadagin 26. septembur. Tó skal fyrivarni takast fyri seinkingum, orsaka av ivasomum veðurlíkindum rundan um Føroyar komandi dagarnar.

Um eingin broyting kemur í, siglir Herjólfur III sín seinasta túr á hesum sinni á leið 7 við fráferð av Havnini kl. 10:00.

Túrurin av Krambatanga kl. 14:00 verður tá ikki sigldur, og byrjar Smyril at sigla aftur við fráferð av Krambatanga  kl. 18:45.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo