Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

VP bað um innlit í málið vivíkjandi Snarfrost og Katrin Jóhannu, síðani svartkjafturin hevur verið landaður í Fuglafirði við undantaksloyvi frá Fiskimálaráðnum.

Tann 2. januar í ár sendur felagið Fiskimálaráðnum umsókn um at avreiða part av veiðu frá menningarkvotu til annað virki enn Snarfrost.

Advokaturin hjá felagnum, Birita Sandberg Samuelsen, skrivar millum annað í umsóknini:

- Sum nevnt í umsóknini frá 14. november 2018 ynskir í mest møguligan mun at landa veiðuna til virki, sum liggja á økjum, ið hava fingið tillutað menningarkvotu.

- Inntil Snarfrost er endaliga klárt at taka ímóti øllum nøgdunum av fiski er ætlanin, at P/f Vestmanna Seafood og P/f Snarfrost koma at samstarva um makrelin, soleiðis at virkið í Vestmanna letur nakað av makreli til virkingar á Snarfrost og Snarfrost letur nakað av makreli til virkingar í Vestmanna, alt eftir hvussu framleiðslan best kann leggjast til rættis.

- Sum upplýst í umsóknini frá 14. november 2018 ( trýst her ) verður Snarfrost útbygt so hvørt til at taka ímóti nøgdunum, sum eru tillutaðar felagnum, og út á várið 2019 verður kapasiteturin hjá Snarfrost útbygdur til at kunna taka ímóti og virka 150 tons um samdøgrið. So skjótt sum hetta ber til, verður øll veiðan samsvarandi umsókn felagsins og tilsøgn Fiskimálaráðsins leverað til og virkað á Snarfrost í Miðvági.

- Annars kann upplýsast, at Snarfrost fyri at royna maskinurnar í løtuni koyrir nakrar nøgdir av svartkalva ígjøgnum skipanina. Hetta riggar væl, og Snarfrost er sostatt klárt at taka ímóti makreli, tá Katrin Jóhanna fer til fiskiskap eftir makreli umleið hálvan januar.

Og tann 4. januar svarar Fiskimálaráðið soleiðis:

Avgerð Fiskimálaráðsins viðvíkjandi broyting í verkætlanini
- Vísandi til umsókn vegna klient tygara, dagfest 14. nov. 2018, og avgerð Fiskimálaráðsins, dagfest 22. nov. 2018 ( les her ), gekk Fiskimálaráðið nevndu umsókn tygara vegna P/F Kinnfelli á møti við teirri grundleggjandi økisrættarligu fyritreyt, at tillutaða kvotan skuldi gagnnýtast innan fyri verkætlanina t.e., at veiðan í mestan mun varð landað og virkað á virkinum í Miðvági, Snarfrost.

- Upplýst var í umsóknini frá 14. nov. 2018, at virkið í Miðvági var klárt at taka ímóti sild og makreli, og tí fóru størst møguligar nøgdir av hesum fiskaslagi at vera leveraðar til og virkaðar á Snarfrosti í 2018.

- Upplýst var eisini í umsóknini, at virkið var klárt at taka ímóti sild og makreli og størst møguligar nøgdir av hesum fiskaslagi verða tí leveraðar til og virkaðar á Snarfrosti í 2018. Upplýst var, at Snarfrost klárar, at taka ímóti og virka 50 tons um samdøgrið, og kapasiteturin verður út á várið 2019 útbygdur til at kunna taka ímóti 150 tonsum um samdøgrið, og so skjótt sum hetta ber til, verður øll veiðan samsvarandi umsókn felagsins og tilsøgn Fiskimálaráðsins leverað til og virkað á Snarfrost í Miðvági.

- Fiskimálaráðið skal hervið boða frá, at broytingar í upprunaligu tilsøgnini og treytirnar viðvíkjandi svartkjaftinum ávikavist makrelinum, sum standa í avgerð Fiskimálaráðsins, dagfest 22. nov. 2018 ( les her ), verða hervið longdar til og við 31. marts 2019. Eftir hetta stendur upprunaliga tilsøgnin, dagfest 13. aug. 2018 við ískoyti frá 12. sept. 2018 við. Fiskimálaráðið væntar til ta tíð, at tillutaðu menningarkvoturnar í síni heild verða gagnnýttar innanfyri verkætlanina, tvs. leveraðar og virkaðar á Snarfrosti í Miðvági.

- Aðrar broytingar skulu góðkennast av Fiskimálaráðnum, áðrenn teir vera framdar í verki, og Fiskimálaráðið tilskilar sær rættin at taka tillutaða menningarkvotu aftur, um rættindahavari ikki gagnnýtir menningarkvotuna innan fyri verkætlanina við eitt nú ikki at lúka økisrættarligu fyritreytirnar.

- Henda avgerð er endalig innan fyrisitingina, og Fiskimálaráðið ger fyribils ikki meiri við málið, skrivar Torkil Vestergaard Rasmussen, løgfrøðingur hjá Fiskimálaráðnum í svarinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo