Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eyðfinn Magnussen skrivar: Nú bert seks dagar eru eftir at skjóta harur, er samlaða talið av skrásettum skotnum harum komið upp á 5.026 harur. Hesar eru skotnar á 411 túrum í 146 høgum kring landið. Í fjør var samlaða talið 5.927 harur.

Teir tríggir bestu hagarnir higartil eru:

- “Dalhagi – Eystaripartur” í Vestmanna  - 190 harur á 3 túrum

- “Fjallið” í Vestmanna  - 143 harur á 6 túrum

- “Norðurtriðingur - Uttanfyri Ánna” í Sørvági - 130 harur á 7 túrum

Á kortinum sæst hvussu nóg er skrásett í hvørjum einstøkum haga  fram til 22. desember 2020.

Á stabbamyndini sæst, hvussu nógv er skotið tey ymisku árini frá 2012.

Allir túrar eru tó ikki skrásettir enn. Eg fari tí at heita á harumenn um at skráseta túrarnar á heimasíðuni “Haran.fo”.

Meira kann lesast um haruveiðuna í 2020 á heimasíðuni “haran.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo