Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Týska Maria Schrader, ið fyrr hevur gjørt filmarnar I’m Your Man og Stefan Zweig: Farvæl Europa, hevur nú gjørt film um kvinnuligu journalistarnar á New York Times, Megan Twohey og Jodi Kantor, sum skrivaðu søgurnar, ið elvdu til #MeToo-rørsluna. Heitið er She Said og Filmsfelagið sýnir filmin í Havnar Bio mikukvøldið klokkan 20.

Samstundis varpaðu Megan og Jodi ljós á neyðtøkur og alla ta kvinnuniðrandi atferð, sum eyðkendi maktmenn í filmsídnaðinum í Hollywood, har Harvey Weinstein var hin fremsti og ringasti.

Í pressutilfarinum sigur Universal Pictures um nýggja filmin She Said, at tær báðar “together broke one of the biggest stories in a generation” og at journalistisku avdúkingarnar gjørdust "a story that helped fuel the #MeToo movement, broke decades of silence on the issue of sexual assault in Hollywood and altered American culture forever.”

Í leiklutinum sum avdúkandi journalistarnir Twohey og Kantor síggja vit Carey Mulligan og Zoe Kazan. Aðrir leikarar í hesum týdningarmikla nútíðarfilmi eru Tom Pelphrey, Samantha Morton og Patricia Clarkson.

Fleirfalt virðislønta Maria Schrader, sum m.a. hevur vunnið Emmy virðislønina, hevur eisini gjørt nýskapandi sjónvarpsrøðina Unorthodox úr jødiska býlinginum Williamsburg í Brooklyn.

23/11 kl 20:00 She Said (Maria Schrader USA 2022 135 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo