Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Demokratiski forsetin í USA, Joe Biden, og formaðurin fyri Umboðsmannatingið, republikanarin Kevin McCarthy (myndin) hava í nátt gjørt eina søguliga semju um at hækka amerikanska skuldarloftið, sum í seinastuni hevur riðið nógvum sum ein marra, tí veruligur vandi var fyri, at USA kundi fara í gjaldssteðg um nakrar dagar. Tað hevði helst havt álvarsligar búskaparligar avleiðingar fyri allan heimin, hendi tað.

Sambært semjuni er friður um málið næstu tvey árini.

New York Times skrivar, at ein partur av avtaluni er sparingar hjá tí almenna. Eitt nú skal ein hægri játtan til skattamyndugleikarnar minkast aftur, 54 ára aldursmark verður sett á, hvør kann fáa sonevnd matmerki, sum geva fólki atgongd til ókeypis mat. Og so er eisini ein óbrúkt játtan til korona hjálparpakkar afturførd.

Sambært miðlinum er avtalan skrúva soleiðis saman, at hvørki republikanararnir ella demokratarnir, sum alla tíðina hava verið ósamdir um framferðarháttin at finna neyðugu pengarnar, nýtast at kenna seg sum flongdan hund.

Men enn er eftir at fáa avtaluna ígjøgnum atkvøðugreiðsluna í Umboðsmannatinginum. Tað verður mikudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo