Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá Føroyar, Grønland og Danmark týsdagin í næstu viku sessast kring borðið á árliga ríkisfundinum, sum hesaferð er í Nuuk, eru gestir við, sum ikki plaga at vera við. Tað eru fregnartænastan hjá danska politinum, PET, og tann hjá donsku verjuni, FE.

Og tað er fyrstuferð at tað hendir.

Formaðurin í Uttanríkispolitisku nevndini í Fólkatinginum, Michael Aastrup, sigur við Jyllandspostin, at hóttanirnar ímóti londunum í ríkinum gera, at øll eru við hesaferð. Harumframt er tað eisini eitt ynski frá Føroyum og Grønlandi at fáa meira kunning.

Hann kallar fundin, sum fer at vera í einum sonevndum tryggum rúmi í Nuuk, fyri søguligan.

Bjarni Hammer, formaður í løgtingsins uttanlandsnevn, sigur við jp.dk, at higartil eru danir betri kunnaðir enn føroyingar og grønlendingar, og tað hevur ikki verið nøktandi.

- Men tað sum nú hendir er gott, ikki minst tá vit hugsa um broyttu heimsmyndina, sigur Bjarni Hammer við Jyllandspostin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo