Tú veitst, at tú eldist, tá føðingardagsljósini kosta meira enn lagkøkan
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Týsdagin 27. september kl. 19.30 verður forkunnug bókaframløgu á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn við tveimum upprunaføroyskum faktabókum til børn. Talan er um Magnus Heinason – hetja ella brotsmaður, sum Páll Nolsøe hevur skrivað, og Jóannes Lamhauge hevur myndprýtt, og Søgur um fløgg, sum Beinta E. Danielsen hevur skrivað.

Báðar bøkurnar eru partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.

Skrá:
• Jasmin spælir nøkur løg.
• Tórarinn Niclasen á Rípuni prátar við rithøvundar og myndprýðara um bøkurnar.
• Bøkurnar verða til sølu fyri serprís, og barrin selur kaffi og te.

Søgur um fløgg:
Visti tú, at føroyska flaggið, Merkið, fyrstu tíðina varð kallað ”studentaflaggið”? At summi lond velja at vísa ein part av síni mentan, søgu og siðvenju í flagginum? At eitt land í heiminum hevur tvey fløgg at skifta ímillum í friðartíð og krígstíð? At eitt flagg hevur ein lit, sum eingin annar hevur? Og at heimsins størsti hjálparfelagsskapur, Reyði Krossur, hevur trý ymisk eyðkennismerki?

254 almenn fløgg eru til í heiminum, hóast londini eru 195 í tali. Í hesi bókini eru myndir av øllum heimsins fløggum og savningar- og eyðkennismerkjunum hjá nøkrum av kendastu felagsskapunum. Tú kanst lesa um, hvussu tey eru vorðin til, og hví tey síggja út, sum tey gera.

Magnus Heinason – hetja ella brotsmaður:
Í mong hundrað ár var hann hildin at vera ein hetja, men var hann tað? Síðan dagarnar hjá Magnusi Heinason hava fólk verið ymisk á máli um hann. Var Magnus Heinason ein hetja, sum fekk ein órættvísan deyða, ella ein brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið?

Magnus Heinason vaks upp í Føroyum í 16. øld. Hann var ævintýrari og sjógarpur og kendur víða um í Norðurlondum og Evropa fyri at stríðast ímóti sjórænarum, men ikki minst fyri at vera ógvuliga djarvur og snildur.

Í Føroyum minnast vit fyrst og fremst Magnus Heinason fyri, hvussu hann basti sjórænarum, sum herjaðu í Føroyum, og fyri at hann bygdi fyrsta skansan í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo