Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Pensjónistafelag: Vága Pensjónistafelag skipar fyri hugnakvøldi týskvøldið, 15. nov. kl. 19 í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági.

Óla Jákup Guttesen, sum hevur skrivað stóra bókaverkið Tættir og brot úr bíggjar søgu, fer at greiða frá ymiskum úr Bø og eitt sindur um hendingar, hann sjálvur minnist. Óla Jákup Guttesen er uppvaksin í Bø, men búði eisini nøkur ár í Sørvági, har hann gekk í skúla og seinni fór í læru. Hann rak síðan egið stórt byggivirki í Havn, og hann hevur eisini sitið í nógvum ráðum og nevndum eitt nú í nevndini fyri Føroya Handverksmeistarafelag.

Á fundinum verður eisini kunnað um vitjunartænastu og um eldralógina. Felagssangur og drekkamunnur verður.

Næsta limatiltakið hjá Pensjónistafelagnum verður jólaveitslan í Bygdahúsinum í Miðvági 6. desember. Limirnir fáa nærri boð um hetta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo