Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Er mín kjálki ikki fínur við sínum sermerki?

Upplivdi einaferð í Kastrup eina søludamu, sum ynskti at selja mær eitt undurkrem, sum kundi fjerna alt. Tað mest freistandi við hesum var allarhelst prísurin.

Nei takk, segði eg.

Mítt sermerki hevur fylgt mær alt lívið og er vorðið partur av mínum samleika. Um onnur høvdu trupulleikar av hesum, so tey um tað. Tað hevði eg ikki.

So stóð søludaman bara og gløddi. 

Eg kann leggja aftrat í hesum sambandi, at systir drotningina hevur júst tað sama, sum eg havi.

Um tey veruliga vildu gera nakað fyri fólkið, kundi hon verið eitt gott boð uppá ein talspersón ella umboðsfólk. Ístaðin hava tey livað í útlegd á bonaðum gólvum.

Eg hugsi, at um eg ikki hevði hetta, hevði tað bara verið okkurt annað. Er tað ikki altíð so?

Ja, okkurt annað...

Eg haldi eisini, at tíðin er komin til at broyta henda kulturin, sum leggur upp til, at øll skulu vera lítarleys.

Hetta er so oyðileggjandi fyri mong ung menniskju. Tey síggja hesi sokallaðu perfektu ella lítarleysu kendis á netinum, har nógv er falskt.

Tey sokallaðu lítarleysu lúgva eisini, at tey einki hava gjørt. Tað er bara at googla hesi fólk (before and after plastic surgery) – ella, tá ein paparazzi fangar myndina.

Tá sær veruleikin ofta øðrvísi út enn tað, vit hava sæð og hildið.

Tey fáa eisini fólk at trúgva øllum – lata seg í strimlar og kalla tað klæðir. Tosa um grøna orku, meðan loftrúmið er fult av privatflogførum.

Fyrimyndirnar í Hollywood eru ringar; har eru so nógv disfunktionell menniskju. Soleiðis hevur tað verið í alt ov langa tíð.

Eg hugsi ikki, at materialisman er ein kelda, sum gevur lívinum innihald.

Tey superríku (tó ikki øll) taka tað til sín, sum er in – ella frammi – í tíðarandanum.

Tey gera seg til umboðsfólk fyri nakað, tey slett ikki skilja ella hava upplivað. Tey gera hetta fyri egnan popularitet og vinnings skyld.

Hesi menniskju liva í einari boblu av marglæti.

Nå, men her heima aftur.

Eg havi sæð í arbeiði fyri hjálparfelagsskapir, hvussu ótrúliga nógv dugnalig og arbeiðssom fólk vit eiga her heima.

Tey hjálpa øðrum, sum tørva, men tey gera tað bara friðarliga.

AnnaElisabeth Hansdóttir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo