40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Skal eg doyggja, skal tað vera á føroyskari jørð, sigur Sofía Thorsvig-Kajsdóttir, sum rekur djóragarð í Elduvík.

Kringvarpið hevur fylgt Sofíu Thorsvig-Kajsdóttir, sum rýmdi heim aftur til Føroya, tá korona brast á.

Hon hevur nú funnið friðin í Elduvík, har hon hevur bygt ein djóragarð við hønum, dunnum, gásum og kalkunum.

Djóragarðurin er á trøðni, sum familjan eigur longur inni í dalinum - einar 100 metrar frá bygdini. Hvønn morgun, hvønn seinnapart og hvørt kvøld vitjar Sofía djórini. Oftast hevur hon báðar hundarnar við sær.

Djórini fylgja Sofíu trúføst, tá hon gongur longur oman eftir trøðni at geva teimum.

Sendingin kann síggjast: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo