Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Veruleikin er tann, at tey flestu hava fleiri uppgávur enn tey klára at loysa. Tí kemur tað ofta fyri, at tað verða tilvildarligar uppgávur, ið verða loystar. Vit geva okkum ikki stundir til veruliga at prioritera. Vit taka okkum av teimum uppgávum, sum "rópa" harðast.

  • Veitst tú ikki, hvar tú skalt byrja, tá tú kemur til arbeiðis?
  • Er innbakkin fullur og borðið somuleiðis?
  • Verður tú ofta forstýrað/ur av hastiuppgávum hjá øðrum, meðan tú situr og roynir at arbeiða teg niður í bunkanum?
  • Fært tú ofta boð at koma við á fundir, sum tú kanska ikki nýtist verða við til?
  • Hevur tú fult av øllum møguligum uppgávum, sum allar sýnast at hasta?

Svarar tú ja til nakrar av spurningum omanfyri, er skeiðið um góðar arbeiðsvanar júst nakað fyri teg.

Tú fer at arbeiða við tínari egnari støðu, so tú beinanvegin aftaná skeiðið kanst fara í gongd við at brúka tað, tú hevur lært.

Trine Kolding hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður og undirvíst fyri Synergi í fleiri umførum. Hon fær SERA góðar afturmeldingar.

Brúka ein dag...
... og fá tjekk uppá arbeiðsuppgávurnar

Sparir tú bert fáar tímar um vikuna hevur tú skjótt tjent skeiðið innaftur! Fært tú optimera tíðina við bert fáaum tímum um vikuna, hevur tú longu spart skeiðið innaftur. Skeiðið er ein lítil men langsikta íløga, sum fer at geva tær virðið frá fyrsta degi.

Tilmeldingarfreist: 12. November 2018

Tilmelding her >> https://www.synergi.fo/skeid/godir-arbeidsvanar-fa-meiri-tid-yvirblik-og-yvirskot/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo