40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

ÓSVART: Nú fáa havnaborgarar eitt ítøkiligt boð frá kommununi uppá, hvussu teir ymisku býlingarnir kunnu hitast við einari grønari orkuloysn. Og samstundis eisini eina fakliga meting av, hvørjar hitaloysnir hóska best til ymsu økini. Í summum býarpørtum verður fjarhitin útbygdur, í summum førum kann luft-til-vatn-hitapumpur vera besta loysn, aðrastaðni er jarðhiti tað besta. Og í fleiri førum eiga felagsloysnir – nærhitaloysnir – at verða umhugsaðar.

Alt hetta kemur fram í einum hitaatlassi, sum er eitt savn av kortum og ein orðað ætlan fyri, hvussu eitt bygt øki sum Tórshavnar kommuna kann hitast upp, tá oljufýringarnar verða útskiftar.

Tað er ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan SMJ, sum ger hitaatlas fyri Tórshavnar kommunu. Fyritøkan fer at hava tvær framløgur á orkuráðstevnuni Ósvart, sum verður í Norðurlandahúsinum 3 og 4 november. Onnur fer at snúgva seg um høvuðsprinsippini í ætlanunum og heildina, meðan hin fer at lýsa uppskotini um upphiting á býlingastøði.

-  Bakstøðið fyri at gera eitt slíkt hitaatlas er, at komandi 8 árini skulu 5000 hús og bygningar í Tórshavnar kommunu skifta hitakeldu. Íløgur fyri hálvaaðru til tvær milliardir krónur skulu gerast, sigur Pætur Jakobsen, stjóri í SMJ.

Hann avdúkar, at eitt tríbýti av hitakeldum er lagt til grund í orkuskiftinum, sum tað er sett upp í hitaatlassinum. Umleið ein triðingur verður fjarhiti, ein triðingur jarðhiti og ein triðingur aðrar hitaloysnir, fyri ein part sum nærhitaloysnir.

Framløgurnar um hitaætlanina verða hósdagin 3 november. Ósvart er ókeypis og fyri øll.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo