Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað eru arkitektarnir Zeta Architects, sum hava tilevnað uppskotið, sum lýsir arkitektoniska konseptið, har arbeitt verður við trimum hugtøkum; botnur, áarbakki og vatn. Uppskotið, sum fevnir um eina nýggja og nútímans á, vísir á eina loysn í trimum stigum, har áin rennur ígjøgnum ymisk býarrúm og tillagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar.

Til tíðir er áin lyft upp úr gøtuni, aðrastaðni flýtur hon saman við gøtuni og aftur aðrastaðni grevur hon seg niður í gøtuna. Umsitingin gjørdi útbjóðingartilfar til verkætlanina sambært skipanaruppskoti og projekttilfari, og tríggir arbeiðstakarar vórðu bodnir at lata undirhondstilboð uppá verkætlanina.

J & K Petersen átti lægsta tilboðið, ið lá ájavnt við kostnaðarmetingina. Tað merkir, at samlaða verkætlanin verður gjørd fyri líka undir 12 miljónir. Verkætlanin varð samtykt í býráðnum í gjárkvøldið við 12 atkvøðum fyri og einari ímóti. Arbeiðið fer í gongd beint eftir ólavsøku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo