Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Hvørt ár verða jólatrøini tendraði umleið fýra vikur undan jólum, og hetta verður m.a. hátíðarhildið við tónleiki og røðum. Í ár tendra jólatrøini 30. november og 1. desember. Brandbilurin vitjar eisini við øllum jólamonnunum í. Nes Sóknar Musikkfelag spælir til tiltøkini, har jólatrøini verða tendrað.

Í ár sær skráin soleiðis út:

Leygardagin 30. november 2024
13:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Oyndarfirði. Símun Persson Jacobsen heldur røðu.
16:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Runavík (Gula Smiðja). Oyvør Dam Jacobsen heldur røðu.
18:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar á Skála. Alice Frederiksberg heldur røðu.
19:00 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Skálafirði. Sylverius Jacobsen heldur røðu.

Sunnudagin 1. desember 2024
14:00 Brandbilurin vitjar í Rituvík.
14:30 Brandbilurin vitjar í Lamba.
15:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Søldafirði. Jóhann Østerø heldur røðu.
15:45 Brandbilurin vitjar á Skipanesi. Signar á Brúnni heldur røðu.
16:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningsfirði. Reidar F. Joensen heldur røðu.
17:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Elduvík. Ovi Brim heldur røðu.
18:15 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Funningi. Jóanis Erik Køtlum heldur røðu.
19:30 Jólatræið tendrar og brandbilurin vitjar í Æðuvík. Sigrid Jensdóttir Dalsgaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo