Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya biskupur, okkara evsti almenni lutherskt/protestantiski trúarverji, valdi ein stórbaran náttúrupall við Gjógv at kunngera eitt slag av trúarskifti, trúbót. 

Væntaði tó ikki, at Kirkjan fór at mala so á kúluni dogmatiskt, sum hatta løgna ‘konventið’ (kirkjufundurin) í Havn síðsta hósdag boðar frá.

Nú skal ‘Fedranna kirkja í Føroya tjóð’ hjá okkara Hvítakristi blíva ‘grøn’. 

Tað eru meiri undirbrotligir tónar enn seinast, tá Bispur stóð i kirkjudyrnum sum drangur í dyningi móti teim politisku stormtroppunum hjá LGBTQI+++ (ikki teim normalu samkyndu). Tá vardi Bispur Fólkakirkjuna móti Gomorrah. 

Takk fyri tað, Jógvan, og tit, ið stuðlaðu honum.

Gud skapti bert tvey kyn, mann og kvinnu. Hini 756 kynini eru mannaverk.

Gud gav okkum 1. boð um ikki at ‘hava aðrar gudar enn Meg.’

Hann forbjóðar, at vit menniskju ‘telgja okkum gudar’, heldur ikki ‘grønar’ ella Gretu.

Til hetta ‘grøna’ slysálopið á Kirkjuna høvdu prestar og kirkjuráðslimir boðið 2 sekularistum, Boga Hansen og Johan H. Mortensen til at leggja sær lag á trúarskifti hjá føroyingum.

Eitt eitur vatnmelónssvik. Hon er grøn uttan, men reyð innan.

Vit vita ikki, hvussu Kirkjan gerst ‘grønari’. Neyvan bert við sólpanelum á Vesturkirkjuni ella eini gaga-watt vindmylnu uppi yvir Dómkirkjuni. 

Allar kirkjur og meinigheitshús fáa oljufýrini skift út við borihol niður móti tí svarta kolvetninum í neðra og til hvítar vindmylnur við flagsandi (eingla)veingjum í erva. 

Soleiðis ímynda okkara nýreligiøsu heidningar sína nýggju sekuleru trúgv.

Er tað ein gongd leið hjá kirkjuni til at skifta frá hvítu trúnni til ‘grøna’ pátrúgv?

Nógv at takka Gudi fyri
Trúarveikir prestar kunnu nú fylla sínar prædikur við ‘grønum’ skrønum, 

1. hóast kaldan og myrkan vetur í Týsklandi, sum tey grønu hava skyldina í, 

2. hóast heimsins ísbjarnir eru øktar úr 5.000 upp í 25.000 bjarnir 1960-2020, 

3. hóast Holland, Bangladesh, Maldivur og allar koraloyggjar í Kyrrahavi ‘flóta’ omaná enn. (Ikki eitt land ella øki er lækkað undir sjóvarmálan).

4. hóast Pólsísurin er lítið minkaður síðan 2006, tá Al Gore spáddi undirgang, 

5. hóast Johan H. Mortensen lýgur, at vatnstøðan á Eystaruvág (hvat við Vestaru?) hækkar 30 cm (og ikki 1,5 mm) árliga næstu 10 árini,

6. hóast miðalhitin á jørðini við 4-ferð fleiri fólkum er bert øktur 1,5 stig síðan 1873, 

7. hóast klimavargar ræddu okkum við nýggjari ístíð fyri 50 árum síðan,

8. hóast vinstrahall vituggi pástóðu, at jørðin ber ikki fleiri enn 4 mia fólk, 

9. hóast 8,2 mia fólk á klótuni nú liva betur og longur – bert takkað kolvetni,

10. hóast 10 ferðir fleiri fólk doyðu av náttúruvanlukkum í miðal árliga fyri 100 árum síðan (200.000 bert í 1922) enn í dag (17.000 í miðal farnu 10 árini), 

11. hóast náttúruvanlukkur gera minni materiellan skaða í dag enn fyrr, tí vit duga betur og hava betri ráð til at ‘byggja borð fyri báru’ nú enn fyrr,

12. hóast júst klima-eldvargar festa í fleiri skógir t.d. í USA og Australia, 

13. hóast eingin av teirra spádómum um dómadag er gingin út. Ikki ein!

14. hóast 10 fólk fleiri doyggja hvørt ár av kulda enn av hita,

15. hóast 15 føroyingar druknaðu árliga við seglsluppum fyri 100-80 (friðar)árum síðan fyri hvønn føroying, sum doyr við oljukyndum skipum í dag,

16. hóast Kina við kommunistiskum harðræði og KZ-legum, men við kapitalistiskum búskapi (sum teir vanvirða) og sviki móti øllum WTO-reglum, hevur økt sín búskap $12.000 mia (= $12 billiónir) síðan ár 2000 – og tað bert við kolvetni, olju, gassi og allarmest koli,

17. hóast ‘grøna’ sinnsjúkan hevur gjørt Evropa og USA orku- og verjuleys við at banna kolvetni, teirra nýggja S...n. Gud hava tey so ongan annan enn bara vindmylnur, sólpanel og sína egnu alvitan. (‘O hellige enfold’),

18. hóast veðurlagsvargar hava givið Putin reipið, hann nú heingir okkum vesturlendingar í. (Skamm fái veikir týskir politikarar, at landið liggur myrkt og kalt í vetur eftir 6-faldaðar el-prísir síðan Biden. Neyðars meinigu týskarar).

Nokk at átala og mótmæla
Hví mótmælir Fólkakirkjan ikki kúgan, jagstran av kristnum, sølu av nýrum, lungum, livrum, hjørtum úr ‘samfelagsfíggingum’, o.ø. kinesiskum ræðuleikum?

Fólkakirkjan hevur nokk at átala enn at prædika ‘grønt’ fyri sekularistum (‘heidningum’), ið ikki lurta kortini.

Hví ikki mótmæla Putin og Kreml, sum við vápnum sorar Ukraina sundur, eins og Hitler í 1939 byrjaði 2. Heimskríggj við at smildra Póland?

Hví ikki yvirtala okkara ungdóm (sum hvørki dugir 7-tabellina, fyrsta av 10 Boðunum, munin á Jósef og Móses ella kennir navnið á ukrainska høvuðstaðnum) at skifta idioti-telefonina út við okkurt slag av ‘Royal Telephone’, sum Burl Ives sang um?

Slíkt mátti verið virðiligir prædikutekstir í ‘Fedranna kirkju í Føroya tjóð.’

Vit eru ‘øll falnir skapningar og fattast náði Guds’, hvít, svørt, ‘grøn’ og reyð.

Jøda/kristindómur prædikar røtt lívsvirði og lívihátt, vón, kærleika, rættvísgerð við trúgv á Gud, Kristus upprisnan, og ævigt lív í Honum við høgru lið Guds. 

Latið so ørvitisfiskar sum ‘profet’ Hansen og Mortensen prædika sína ‘grønu’ religión, hóttan, revsing og ræðslu fyri CO2 og undirgang. 

Vestanlond megna aldri at minka okkara CO2 útlát skjótari og uttan vanlukku búskaparligar fylgjur, enn Kina (og India) økja teirra útlát frá kolvetni.

Bogi og Johan kunnu halda fram at mala á kúluni, sum teir hava gjørt alt teirra politiska lív. Teirra ‘grøni’ kultur (religion) hevur einki við okkara Kristni at gera.

Tað áttu okkara Bispur, klerkar og kirkjuverjar at fata. (O, heilaga fávitska (ella vantrúgv?).

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo