Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sólrun Løkke Rasmussen trívist best tá hon fær frið fyri miðlunum (mynd: egin/fb).

Sólrun saman við Lars Løkke Rasmussen (mynd: egin/fb).

Sólrun Løkke Rasmussen trívist best tá hon fær frið fyri miðlunum (mynd: egin/fb).

Sólrun saman við Lars Løkke Rasmussen (mynd: egin/fb).

Hon er ikki ein sum rennur aftaná miðlunum og vil helst sleppa undan at fáa ljóskastaran settan á seg. 

Tað er ein av niðurstøðunum í Berlingske, sum skrivar um Sólruna, konu danska forsætisráðharrans, Lars Løkke Rasmussen, í samband við at hon í gjár fylti hálvthundrað.

Føroyska forsætisráðharrafrúan í Danmark er ósnobbut og jarðbundin og verður umrødd sum "meget færøsk". Hon tímir ikki fínar kjólar og smalltalk men trívist best í cowboybuksum og troyggju. 

Keldurnar, summar ónevndar, sum blaðið hevur tosað við, siga millum annað um hana, at hon hevur á ongan hátt dámt at maðurin er so frammarliga í politikki. Tí hóast henni dámar væl at fáast við politikk - hon hevur verið virkin í donskum kommunalpolitikki leingi - so heldur hon lítið um almenna áhugan fyri manninum og familjuni í miðlunum.

- Tey hava verið fyri nógvum atfinningum, men eru komin ígjøgnum tað saman, hóast ongin ivi er um, at tað hevur verið ótespiligt fyri hana, sigur Søren Pind, sum er fyrrverandi ráðharri fyri Vinstra, flokkin har Lars Løkke Rasmussen er formaður.

Men sagt verður eisini um Sólruna, at hon leggur ikki fingrarnar ímillum og sigur sína hugsan, tá hon fær høvið.

- Hon er kend fyri sítt avgjørda sinnalag. Tað er hann sum er meira treklyndur. Og hon sigur frá um tað er okkurt, sum ikki er eftir hennara høvdi, sigur ein kelda við Berlingske.

Sólrun er dóttir Jákup Petersen og Bergljót av Skarði, sum er dóttir Sigurð Joensen við Gjógv.

Les grein um Sólrun Løkke Rasmussen í Berlingske her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo