JJ Byggitænastan Spf, sum er byggivirki við heimstaði í Kvívík, hevði nógv tað besta árið í søguni hjá felagnum í fjør.
Uttan at økja útreiðslurnar til lønir vuksu somu hendur um bruttovinningin við eini góðari millión - úr 2,4 mió kr í 2018 til 3,5 mió kr í fjør. Og tað sum enn betri var - nærum alt endaði beint á botnlinjuni. Við øðrum orðum, meira fekst burturúr uttan at vaksa nakran útreiðslupost - uttan skattin væl at merkja, tí tá meira liggur eftir vil landið eisini hava størri part.
Yvirskotið eftir skatt í fjør bleiv 1,3 mió kr samanborið við 365 tkr í 2018. Ella samanborið við 218 tkr sum er miðal fyri øll tey 12 árini, fyritøkan hevur livað.
Ongin langfreistað skuld er, so dastið av javnanum, sum er 3 mió kr, er eginogn. Hon er stívliga 2 mió kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo