Krígssavnið hevur havt aðalfund á Krígssavninum í Miðvági í kvøld, og greitt er, at Karl Jóhan Nielsen heldur fram sum formaður.
Karl Jóhan Nielsen kom víða um í sínari formansfrágreiðing á aðalfundinum í kvøld, og størsta hendingin síðani seinasta aðalfund man vera, at nevndin nú hevur slept ætlanini um at inniloka friðaða SOR-bygningin við flogvøllin í ein nýggjan, stóran bygning, sum so eisini skuldi hýsa sjálvum krígssavninum.
Henda ætlanin, sum Fornminnisnevndin við fyrivarni og ávísum treytum hevur givið loyvi til, var tó ein neyðloysn, tí mett var, at SOR-bygningurin var í so ringum standi, at brátørvur var á at verja hann ímóti veðri og vindi, um hann ikki skuldi fara fyri onki.
Men ein nýggj kanning, sum Preben Hansen, verkfrøðingur hevur staðið fyri, vísir, at standurin á bygninginum er nógv betri, enn tey hava hildið, og tí er ikki longur neyðugt at loka hann inni.
Boriroyndir av betonginum vórðu sendar niður til Teknologisk Institut í Danmark til kanningar, og úrslitið var óvæntað gott.
“Teir ringdu upp til Preben Hansen og spurdu, um bygningurin veruliga var yvir 70 ára gamal, tí betongið var á hædd við nýtt betong”, greiddi Karl Jóhan Nielsen frá.
Men takið lekur, og bygningurin treingir til ábøtur, um hann skal varðveitast, og tí hevur verið tingast aftur og fram við Fornminnisnevndina um, hvussu farast skal fram.
Karl Jóhan Nielsen segði, at so seint sum í dag kom so endalig góðkenning upp á eina loysn, sum gongur út upp á at bjálva og pussa allan bygningin uttan, men soleiðis, at hann varðveitir verandi útsjónd.
Ætlanin er so nú at fáa tilboð upp á hetta arbeiðið, og ikki fyrr enn tá ber til at siga nakað um kostnaðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo