Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Skúlablaðið: - Vit eru í eini bíðistøðu; skúlin er til reiðar at fara undir forskúla, og lagt er upp fyri forskúla í dagføriningi av skúlanum, men enn er endaliga avgerðin ikki tikin, um vit skulu hava forskúla, sigur Jóhannis Joensen, skúlastjóri í Sørvágs skúla.

- Hetta er háaktuelt kjakevni í Sørvágs kommunu í dag. Alment hevur einki verið frammi, men bæði skúlastýri og kommuna kjakast um møguleikar. Skúlin er jaligur um forskúla og hevur kannað, hvussu gjørt verður í øðrum kommunum. Í skúlastýrinum er meiriluti fyri forskúla.

- Leiðslan í kommununi og barnagarðurin hava ikki meldað út enn. Kjakið verður ofta meira um tímar og pengar, enn um læring og tað gagnliga fyri børnini, og tað er harmiligt, sigur Jóhannis Joensen.

Dagføringin av skúlanum í Sørvági heldur fram; um eitt ár ella so er skúlin allur sum hann er í nýggjum nýtímans kørmum, og skúlastova er lagt av til forskúla.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo