Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Dagbladet.no: Bradley Lowery sovnaði undir liðini á Sunderland-spíssinum Jermain Defoe tá ið hann fekk vitjan á sjúkrahúsinum nýliga.

Myndin hevur rørt ein heilan fótbóltsheim.

Fimm ára gamli Bradley Lowery fekk eina sjáldsama krabbameinssjúku í 2013, og stríddist í 2 ár móti sjúkuni til hann í juli 2016 var sagdur at vera frískur. Men nú hevur familjan fingið tey tungu boðini at sjúkan hevur breitt seg og at viðgerðin bert fer at geva lítla dreinginum nakað av tíð afturat.

Lowrey hevur verið Sunderland-fjeppi alt sítt stutta lív, og hevur verið maskottur hjá Sunderland fleiri ferðir hesa sesongina.

Og hósdagin fekk hann so vitjan av fleiri Sunderland-leikarum á sjúkrahúsinum, millum annað Sebastian Larsson, John O'Shea og Vito Mannone.

Men tann heilt stóra hetjan hjá Lowrey er Jermain Defoe, og í gjár var áleyparin so aftur á vitjan. Tá sovnaði tann lítli drongurin undir liðini á sínum stóra idoli, og rørandi myndin er farin runt á sosialu miðlunum sum skógareldur.

«Bradley hevur tað gott og gjørdist sera fegin tá ið hann fekk vitjan av sera spesiellum gestum. Takk til Sunderland, tit hava verið fantastiskir fyri Bradley», skrivar familjan á hansara Facebook-síðu.

«Bradley elskar Jermain Defoe og vildi ikki, at hann skuldi fara frá honum aftur í dag. Hann sovnaði í ørmum hansara», stendur á Twitter.

Jermain Defoe hevur hesa viðmerkingina:

«Elski teg lítli maður.»

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo