Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í dag hava Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sett spakan í útstykkingina Stóratjørn.

Í kommunuætlanini fyri Tórshavnar kommunu, sum býráðið samtykti í 2020, er Stóratjørn mett at vera best egnaða økið til býarvøkstur í høvuðsstaðnum.

Annað stórt býarvakstrarøki í kommunuætlanini er tað, sum í løtuni verður gjørt á Hamrinum á Argjum.

Nýggi innkomuvegurin hevur við sær, at økir, sum áður lógu uttan fyri ringvegin í Havn, nú liggja innanfyri innkomuvegin.

Og nýggja framkomna undirstøðukervið ger, at býarvøksturin í Stórutjørn er nógv lættari at fremja.

Heildarætlan og býlingar
Tórshavnar kommuna skipaði í 2020 fyri kapping um heildarætlan fyri økið við Stórutjørn, sum arkitektafyritøkurnar MAP og SNA vunnu. Eftirfylgjandi hava vinnararnir sameint møguleikar frá báðum vinnarauppskotunum at skipa økið.

Úrslitið er ein heildarætlan, har økið er skipað í 6 býlingar umframt miðstaðarøki.

Ætlanin, sum nú verður farið undir, fevnir um Býling 1 og Býling 4. Haraftrat verður eisini gjørt eitt miðstaðarøki, sum fevnir um búeindir og umstøður til annað miðstaðarvirksemi.

Býlingur 1 verður gjørdur við økjum til íbúðarraðhús og til sethús við til samans 127 búeindum.

Býlingur 4 er ikki endaliga fastlagdur viðvíkjandi býtinum millum sethús, raðhús, íbúðir og krosshús, men her verður samlaða talið av búeindum millum 156 og 205 alt eftir endaligu loysnini. Aftrat hevur miðstaðarøkið 84 búeindir. 

Tað merkir, at henda útstykkingin í Stórutjørn fevnir um millum 367 og 416 búeindir.

Tórshavnar kommuna hevur gjørt sáttmála við P/F Articon um at standa fyri at byggibúgva hesar báðar býlingarnar fyri kr. 74,6 mió. Arbeiðið verður handað kommununi 1. juli 2026.

Stuttflutt og umhvørvisatlit
Grótið frá innkomuvegnum og Húsareynstunlinum er stuttflutt tilfeingi, tí grótið verður nýtt til útstykkingina í Stórutjørn. Av tí sama ber til at avmarka nýggja spreinging í økinum.

Verkætlanin tilskilar greitt, hvørji øki eru ætlað til byggibúning, og hvørji øki skulu verða órørd.

Hetta er týðilig raðfesting av lendinum, og sum svarar til tey tilmæli, sum Tjóðsavnið læt kommununi í umhvørvisárinskanning frá 2009, og til tilmæli, sum kommunan seinni hevur fingið um at verja vátlendið. Í hesi verkætlan er dentur lagdur á, at so nógv av natúrliga vatninum verður varðveitt og órørt, harímillum eisini tjarnirnar. Á sama hátt verður tilmæli frá umhvørvisárinskanningini fylgd um at verja fuglin í økinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo