Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fuglafjarðar kommuna: Mikudagin 1. mars 2017 kl. 13.00 verður spakin settur í, í sambandi við byggjan av nýggjum barnaskúla undir heitinum: Meira enn ein skúli.

Skúlin verður bygdur á økinum við verandi skúla og skipar Fuglafjarðar kommuna fyri hátíðarhaldi í hesum sambandi.

Skráin
•Sonni á Horni, borgarstjóri bjóðar vælkomin og setir spakan í saman við 1.floks næmingum
•Bjóðað verður inn í fimleikarhøllina í Fuglafjarðar skúla, har okkurt gott verður at fáa til góman
•Ólavur Thomsen, skúlastjóri, flytir fram røðu.
•Næmingaumboð flytir fram røðu
•Rúni Abrahamsen og Heidi Poulsen fyri MAP arkitektar greiða frá verkætlanini

Nýggi barnaskúlin verður liðugur á sumri 2020.  Við nýggja barnaskúlanum fær Fuglafjarðar kommuna, meira enn ein skúla, ein nýtíðar skúla, har vitan og mentan birta undir forvitni og langtan eftir lærdómi.

Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er mettur til 101 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo