Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Meðan landsstýrismaður Sambandsfloksins í óðum verkum gevur diabetes sjúklingum ein knúsandu fíggjarligan frammaná, so leggur samgongan og Løgmaður eina framtíðarætlan fram, at seta hundraðtals milliónir av komandi nógvu árini, til gerð av tunnil til Vestmanna.

Samstundis verður ein sparing uppá 6 milliónir krónur løgd oman á herðarnar á diabetis sjúklingunum. Sær út sum um, at borgarligar samgongur halda, at tey á niðastu rókum, eisini hava teir breiðastu fíggjarligu herðarnar.

Men teimum so líkt, so er orsøkin til hesa  sparingin gjørd fyri at tálma teimun ótaldu milliónum ið  samgongan sjálv oysur út úr landskassanum. So ístaðin fyri, at taka tær 50 milliónir  meira inn frá vinnuni ið undanfarna samgonga gjørdi, smæðast teir borgarligu ikki við, at taka frá teimun sjúku , og  teimum sum  eru sera illa fyri fíggjarliga.

Men tá ein harafturat hoyrur forkvinnuna í Diabetisfelagnum greiða frá hvussu álvarsliga avleiðingar  tað kemur at hava fyri hesir sjúklingar, so er hetta so langt úti at ein ikki hevði trú tí, um tað ikki stóð svart uppá hvítt sum ein sparing á komandi fíggjarlóg.

Hetta eru somu politikkarar ið høgt og heilagt lovaðu pensionistum 2000 skattafríar krónur meira um mánaðan, um tey valdu Fólkaflokkin. Og harafturat skuldi samhaldsfasti gerasr skattafríður. Og sum E. Mercedis segði á veljarafundi á Kambsdali, ” so heldur Fólkaflokkurin altíð orð. ”

Og hetta eru somu poitikkarar ið siga seg standa sum garantar fyri einum fíggjarliga skilagóðum politikki. Hetta eru somu politikarar  sum í tíð og ótið, kki minst undan løgtingsvalinum skyrdu undanfarnu samgongu fyri avgjaldsøði, eins og at peningurin fyrilitarleyst skolaði út úr landskassanum.

Og hettar er somu politikkarar sum frá fyrsta degi av, uttan at skammast, nú gera sær dælt av teimum 1500 milliónum krónum ið undanfarna samgonga legði til síðist í undanfarna valskeiðið.

Hvussu ber tað til, at hvørja ferð Fólkaflokkurin skal hava eitt av sínum politisku aðalmálum ígjøgnum, so grettur ikki at Sambandsflokkurin verður drigin politiskt uppá trá av Fólkaflokkinum.

Nú sær ikki mætari út enn at løgmaður, Bárður á Steig, ætlar at gera tað sum fyrrverandi Løgmaður fyri Fólkaflokkin Annfinn Kallsberg gjørdi, tá hesin knappliga burtur úr ongun fekk politiskan meirilutað, at gera tunnil til Viðareiðis í 2014.

Avleiðingarnar av hesi poltisku avgerð gjørdist, at tunlanir Norðum Fjall, av sjálvum Fólkaflokkinum vóru syftir 10 ár aftur um í røðina. Tí tykist tað merkisvert, at norðoyingar hava kastað øðrum flokkum fyri, at tann tunnilin kanska ikki verður klárur fyrr enn kanska 2023-24. Um hesi nú siga seg eiga æruna av, at tunnilin kemur, so eiga hesi so sanniliga eisini apuna, soleiðis at hesi  samstundis seinkaðu loysnuni Norðurum Fjall við áleið 10  árum.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo