Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vit hava havt eitt løgtingsval, har ein meiriluti av veljarunum hava atkvøtt fyri flokkum, sum vilja hava sjálvstýri. Teir fingu 17 umboð. Teir flokkar, sum ikki vilja hava sjálvstýri fingu bert 16 umboð og taptu sostatt valið. Í demokratiskum skipanum ræður meirilutin so her skuldi eingin ivi verið um, at sjálvstýrisflokkarnir høvdu fingið fólksins mandat til at fáa okkum sjálvstýri.

Nú eru samráðingar um hvør ið skal stýra okkum eftir valið.

Teir tapandi flokkarnir vilja sjálvandi framvegis sleppa at stýra. Tað duga teir væl, og tí ræður um at fáa teir við í sjálvstýristilgongdina. Neyðugt er hjá minnilutaflokkunum at fáa minst ein av meirilutaflokkunum við fyri at sleppa til valdið.

Hetta leggur eina tunga byrðu á tann flokk úr meirilutanum, sum hjálpir minnilutanum til at fáa valdið. Í tí mest avgerandi spurningi av øllum um at fáa sjálvstýri, umboðar hann meirilutan. Men minnilutin á tingi vil forða fyri at meirilutin skal fáa viðhald í hesum máli.

Tað er tó eingin orsøk til at falla í fátt hjá tí flokki, sum roynir at fáa minnilutaflokkarnar á beina kós. Tað ræður bara um at halda høvdið kalt og greiða minnilutanum frá, at teir saktans kunnu sleppa at stýra um teir ganga við til at seta sjónarmið meirilutans í verk so vit fáa sjálvstýri.

Hví skuldu teir ikki tað?

Tá fólkaatkvøðan hevði verið sendi formaður Sambandsfloksins tey boð út um Ritzau, at hann boygdi seg fyri sjálvstýrissigrinum. Petur Mohr Dam harmaðist at sjálvstýrið hevði vunnið, men var tilreiðar at liva við hesum nýggja veruleika. Fólkaatkvøðukvøldið var mikil fagnaður í einum sjálvstýrishúsum í Kvívík, og har kom sambandstingmaðurin Hanus í Kollinum inn at ynskja tillukku. Hann segði at parturin hjá honum og hansara monnum skuldi ikki liggja eftir í tí verki, sum nú stóð fyri framman. Men hvørki Dam, Andras ella Hanus í Kollinum sluppu at arbeiða fyri sjálvstýri Føroya av tí at danska stjórnin eins og onnur harðræði legði á okkum við hermegi. Hevði hetta ikki verið gjørt, er lítið at ivast í at vit nú høvdu verið 100.000 fólk í Føroyum og herav minst 15.000 í Suðuroynni.

Tað er rós vert at viðurkenna síni mistøk, og minnilutin hevði fingið miklan heiður fyri at siga, at Dam og Andras høvdu rætt tá teir viðurkendu at sjálvstýrið hevði vunnið, og at tað eisini vann nú 8. desember í ár. Her er einki at ivast í, at allir føroyingar taka undir við Hanusi í Kollinum, um at okkara partur skal ikki liggja eftir.

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo