Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sosialistiska landsstýrið hevur – sum væntað – kunngjørt, hvussu tað ætlar at brandskatta (serliga) vinnuna og síðan persónar inn at skinninum.

Loyvi mær her at vísa á, hvussu tógvið stríð tað hevur verið at lækka privata og vinnuliga skattatrýstið niður á eitt sámuligt støði til gagns fyri fólk og land.

Nevndi í grein farna vikuskiftið, at amerikanski skattaserfrøðingurin, Ryan Cooper, vitjaði Føroyar í fjør. 

Hann vitjaði Føroyar í fjør og skrivaði í ‘The Atlantic’, at sammett við aðrar skipanir, hann hevur granskað, er føroyska afturhaldsskipan hjá TAKS heimsins besta.

So er at spyrja, hvørjir føroyskir politikarar og skattafólk vóru við til at evna Føroya nýggju skattaskipan frá 1984 til 2012, so hon í dag er heimsins besta?

Fyrst Tórbjørn Poulsen í 1984
Fyrst kundu vit nevnt Tórbjørn Poulsen (Sj), ið sum landsstýrismaður við fíggjarmálum í 1984 legði fram, og borgarliga landstýrið 1981-1984 samtykti samtíðarskattin og teldustýrdu afturhaldskipanina.

Hon slepti løntakarum undan at spara upp til at gjalda skatt av inntøku árið fyri, sum serliga nívdi fiskimenn við skiftandi inntøkum. Nógv fólk komu í svára skattaskuld.

Ógvisligar skattahækkingar hjá sosialistisku samgonguni í 93 og 94 køvdu búskapin. Finnbogi Ísakson umsat fíggjarmál, og toppskatturin rakk 73%!

Men so lækkaði sosialistiska samgongan 1994-96 við Jóannesi Eidesgaard sum fíggjarmálaráðharra skattatøkuna, tó við bert 125 mió kr.

So kom Anfinn Kallsberg í 1997
Næsta stóra átak var, tá Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri, við Eiðbritt á Plógv, Tórbirni Mikkelsen og Peturi Alberg Lamhauge sum ráðgevum, og borgarliga samgongan1996-98 strikaði sjálvuppgávuna og við henni heilar 23 frádráttir.

Ístaðin fingu vit 17.000 kr í skattafríum botnfrádrátti, og øll andaðu lættari.

Síðan er skattafría botnmarkið (serliga í landskattinum) hækkað upp í 65.000 kr.

Bankaavtalan í 1998 hjá fullveldissamgonguni (Anfinn Kalsberg løgmaður) við donsku stjórnina loysti nógv høft, so búskapurin raknaði við aftur.

Við færri bindingum og lægri skattatrýsti øktist virkishugurin hjá fólki, og inntøkurnar vuksu í stórum – eisini til lands- og kommunukassar.

Tað, saman við góðum botnfiskiskapi seinni í 90-unum við John Petersen, síðan øktur uppsjóvarfiskur við Jacob Vestergaard, og ikki minst nýggja alivinnan við Bjarna Djurholm, gjørdu Føroyar førar fyri at liva við lækkaðum blokkstuðli úr 1.000 mió niður í 650 mió kr, ella 35%, ár um ár um ár líka síðan.

Pf-skatturin úr 49% niður í 18%
Seinasta stóra takið var, at borgarliga landsstýrið 2011-2015 við Jørgen Niclasen á fíggjarmálum innførdi 40% flatskatt.  

Hann gjørdi, at tað loysti seg betur hjá øllum inntøkubólkum at arbeiða og skapa størri inntøkur til sín sjálvs, til vinnuna og hitt almenna.

Nú ætlar sosialistiska landsstýrið at eyðræna fiski- og alivinnuna niður i landskassan.

Tí er áhugavert at hyggja at tí risa ávirkan, ið eitt lækkað skattatrýst úr 49% í 1970-, 80- og 90-árunum niður í 18% í dag, hevur havt á vinnuna og hennara avkast.

Í t.d. 1983 gav Pf-skatturin landi og kommunum eini 130 mió kr íalt. Av tí rindaðu bankarnir uml. 100 mió og øll hini partafeløgini tilsaman slakar 30 mió kr.

Í 2022 rindaðu føroysk partafeløg landi og kommunum langt yvir milliard í skatti, harav peningastovnarnir bert lata 1/4, og ali-, framleiðslu- og tænastuvinnan tað mesta av restini.

Omaná tað rinda starvsfólk í vinnuni aðrar 100-tals mió kr í skatti.

Altso hevur 65% lægri Pf-skattaprosent 10-faldað skattainntøku hins almenna!

Verið góð við gullhønuna
Mín staðiliga áheitan er tí: Kippið ikki hønuna, ið verpur gulleggini! Hungrið hana ikki!

Men hjúklið um hana! Fóðrið hana!

Bert tey, ið hava upplivað hesa lækking í Pf-skattinum og fatað vavið í henni, skilja, hvussu ómetaliga nógv betur fyri vinnan og allir partar í samfelagnum eru í dag.

Føroyar hava aldri í søguni havt so stóra orku sum nú til at fíggja sínar íløgur - øllum samfelagsbólkum til frama.

Hetta er ein ávaring til sosialistisku samgonguna, áðrenn tit við harðari skatta- og avgjaldstrýsti skaða vinnuna sjálva, fólkið í vinnuni og við tí allar Føroyar.

Tað verður til óbótaligan skaða fyri føroyingar, um tit eyðræna vinnuna fyri 400 mió kr afturat til størri almenna nýtslu.

Hvat batar tá ‘heimsins besta skattaskipan’, sum Ryan Cooper rósar so nógv?

Annars er tíðin komin í Føroyum til at lækka flatskattin úr 40% niður í 35% til frama fyri allar inntøkur og/ella at hækka skattafría botnmarkið í kommunuskattinum - til frama fyri serliga fólk við lægri inntøkum.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo