Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Forlagsvirksemi verður sjáldan roknað sum nakað beinleiðis gullnám, og tað er kanska eisini at taka munnin ov fullan at kalla tað so. Men í øllum førum vaks smápartafelagið Sprotin í Vestmanna munandi um bæði topp- og botnlinju í fjør. Bruttovinningurin vaks úr 1,2 mió kr til 2,1 mió kr og úrslitið áðrenn skatt vaks úr 429 tkr til 1,1 mió kr.

Miðal bruttovinningurin seinastu 16 árini er 679 tkr og miðal úrslit áðrenn skatt sama tíðarskeið er 240 tkr.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 4 mió kr og harav var eginognin ein sløk millión.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo