Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Í seinnu helvt av áttatiárunum var eg sóknarprestur Eystan Múla. Eystanfyri var avbera gott, og mangan varð vitjað í Klaksvík.

Kirkjurnar vestanfyri, KFUM/K, Emmaus og Soli Deo Gloria vóru kend gudshús. Mær dámdi væl at vitja nevndu støð. Norðoyingar styrktu mína ljósu gudstrúgv, ið alt lívið hevur verið barnatrúgv.

Tríati ár seinni verður trúgvin lívgað, tá ið løturnar renna fram fyri meg. Takki Guði fyri vælsignaði menniskju á leiðini. Lærdi at kenna munin á tí, ið er lívsneyðugt og tí, ið einans er gott afturat.

Kom úr Alfa Bókhandli ein várdag og gangi norðureftir Nólsoyar Páls Gøtu. Nú møti eg einum glaðum ungum manni. Hann var so ómetaliga fegin, tí hann var loystur frá darvandi maktum og hevði nomið friðin hin æviga í trúnni á Jesus.

Vit komu í prát. Hann var ikki serliga sinnaður at tosa um fiskiskap, smálomb og eplavelting. Mitt í øllum spurdi hann ein spurning, ið sjáldan verður settur. “Prestur, hvat heldur tú um Jesus? Hvønn týdning hevur hann fyri teg?”

Var tikin á bóli. Var ikki fyrireikaður til spurningin. Harkaði eina løtu og vísti loksins til trúarlæru Luthers og trúarlæru Calvins.

Hin ungi maðurin hevði ikki stundir at lurta eftir hesum tunga svarinum. Hann tók orðið enn einaferð: “Nei, eg ynski ongan bíbliutíma. Ei heldur tími eg at hoyra tey røttu svørini til skeivar spurningarnar. Ei heldur hóvar mær tey skeivu svørini til rættar spurningarnar.”

So var tøgn eina løtu. Hann legði hendur sínar á herðar mínar og hugdi beint inn í eyguni á mær: “Sig mær, prestur, hvat heldur tú um Jesus?”

Tagdi eitt bil og segði nakað kroystur: Hvat heldur tú sjálvur um Jesus?

Tað var ein veldig løta millum bilar, fólk og goyggjandi hundar. Vitnisburður hansara var so livandi og hjartanemandi, at mín trúarlæra gjørdist lív, ikki skjalfest í bókum, men livandi í mínum hjarta. Trúgvin varð endurnýggjað, frísk og glað.

“Jesus er alt fyri meg. Hann er tað dýrasta eg eigi. Jesus hevur broytt mítt lív so radikalt, at konan hevur fingið ein nýggjan mann og børnini ein nýggjan pápa.”

Á veg norður um fjall í tí fyrsta tronga tunlinum bað eg so inniliga, at Harrin mátti geva mær eina einfalda gleði og ein djúpan frið í hjartað. Ein glaður umvendur maður fekk meg at biðja inni í fjallinum í bølamyrkri.

Kom úr fyrsta tunlinum, út í ljósið. Til høgru handar lá Árnafjørður. Har búðu nøkur vælsignaði fólk, ið eg lærdi at kenna. Av trúgvastu kirkjufólkum í heimbygdini, ið eisini leitaðu á halgan fund í Klaksvík við givin høvi.

Merkti teirra kærleika. Tey bóðu fyri mær, at tann ungi presturin mátti verða varðveittur í trúnni og búnast við árunum.

Tað var trúarstyrkjandi at vitja Árnafjarðar kirkju í føstuni 2021. Eitt deiligt kirkjulið. Mær untist at heilsa uppá onkran av teimum eldru, ið tóku ímóti mær í sínari tíð. Ein teirra var klokkarin Levi Justinussen, ið er føddur í 1933.

Á veg norður um fjall í tí seinna tronga tunlinum varð biðið so inniliga, at mær mátti eydnast at uppliva tað sama enn einaferð. Endurnýggjaður í trúnni, glaður og væl nøgdur í eini livandi trúgv.

Bað inniliga, at mær untist eina broyting í sinn og skinn, so konan fekk ein betri mann, børnini í Ónagerði fingu ein betri pápa, og sóknarbørnini fingu ein betri prest, tá ið komið var heimaftur á Bakkan á Viðareiði.

Hesin ungi klaksvíkingurin helt eina álvarsama prædiku fyri presti, ið granskaði trúarlæru og etiskar spurningar. Presturin, ið var uppturkaður millum bøkurnar, var drigin út í várið og nam tað veruliga lívið. Lívið, har andin verður lívgaður av tí fríska lotinum, í tí váta ælinum og fløvandi sólargeislum.

Í kallinum sum evsti kirkjunnar myndugleiki verður svarað uppá mangt og hvat í fjølmiðlunum. Alt slag av spurningum, og nakrir eru torførari at svara enn aðrir.

Havi stóra virðing fyri fjølmiðlafólkum og teirra yrki. Tey eru dugnalig. Tey eiga at seta okkum viðkomandi spurningur, – teimum, ið bjóða seg fram sum leiðarar. Virðingin er vaksin við árunum. Havi upplivað, at tey vilja okkum væl, hóast tey í teirra fakliga yrki geva leiðarum torførar fakligar avbjóðingar.

Privatpersónar hava eisini spurt nógvar spurningar. Teir flestu snúgva seg um etisk evni. T.d. um børn fødd uttanfyri hjúnalagi, hjúnaskilnað og vígslu av fráskildum. Hjá mongum fyllir persónligi samleikin nógv. Tað er eyðvitað viðkomandi.

Tó, mær leingist eftir tí degi, tá ið virknir prædikumenn (m/k) og leikfólk fara at seta mær og hvør øðrum tann týdningarmesta spurningin av øllum: Hvat heldur tú um Jesus, hvønn týdning hevur hann fyri teg?

Venda vit aftur til hesar spurningarnar, festir andaliga vekingin í Jesu navni av nýggjum røtur í landi okkara. Vit mega halda fokus og hava Jesus í miðjum sæti. Amen.

Orðið: “Hann (Jesus) sigur við teir: “Men tit, hvønn siga tit meg vera?”” (Matteus 16,15).

Jógvan Fríðrikson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo