Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spyr Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, um tinglýsingargjaldið.

Spurningar:

1. Hvussu nógv hevði tað kostað landskassanum at lækka tinglýsingargjaldið frá 1% til 0,5%?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lækka tinglýsingargjaldið?

Viðmerkingar:
Seinastu árini hava átøk verið framd, ið skulu minka um bústaðartrotið, vit hava í dag.

Sóknast hevur verið eftir einum fjølbroyttari bústaðarmarknaði, har møguleiki er at leiga, samstundis sum tað er vorðið torførari og dýrari at fáa sítt egna at búgva í.

Nøkur átøk eru gjørd, ið skulu basa hesum trotinum.

Frádráttur til húsaútleigan, ið skal eggja fólkið at langtíðarleiga til fólk, er eitt.

Í ár bleiv eisini ein bústaðarpakki samtyktur, ið gav Bústøðum eina lániheimild uppá 450 milliónir krónur at byggja bústaðir fyri, harav 250 milliónir krónur eru markaðar til leiguíbúðir.

Tó er ikki nakað gjørt, ið skal hjálpa fólki at seta føtur undir egið borð.

Hóast fleiri ynskja sær eina leiguíbúð í dag, í mun til fyrr, so eru tað framvegis nógv, ið droyma um at seta føtur undir egið borð.

Í samgonguskjalinum stendur, at tinglýsingargjaldið verður lækkað aftur, eftir at tað í undanfarna valskeiði bleiv hækkað frá 0,5% til 1%.

Ein lækking, ið fekk tinglýsingargjaldið aftur á tað stigið, hevði gjørt tað fíggjarligari lættari hjá familjum at sett føtur undir egið borð.

Hesin fyrispurningur verður settur fyri at fáa greiðu á, hvat ein tílík lækking hevði kostað, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at fremja hesa lækking.

Á Løgtingi, 26.mai 2021
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo