Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Miðfyrisitingin

Spurningar:
1. Hvør er árligi kostnaðurin av aðalráðunum árini 2019 – 2023?

Viðmerkingar:
Hetta er ein uppfylging uppá spurning 52-133/2023, ið eg setti í juni í ár, har løgmaður ikki svaraði, hvør árligi kostnaðurin av miðfyrisitingini er í krónum.

Hóast haldførið var høvuðstema, tá CEF-samgongan varð skipað, byrjaði samgonguskeiðið við at økja talið á landsstýrisfólkum og aðalráðum úr sjey upp í níggju, og nógv bleiv gjørt burturúr, at hetta var fíggjarliga skynsamt og fór ikki at krevja fleiri starvsfólk í miðfyrisitingini.

Sjálvur segði løgmaður, at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri almennar skattakrónur.

Nú hálvtannað ár er liðið, hava verið lýsingar til fleiri nýggj størv í miðfyrisitingini, og tríggir nýggir aðalstjórar eru settir. Tí ynskist at fáa upplýst, hvør árligi kostnaðurin av aðalráðunum er fyri árini 2019 – 2023.

Á Løgtingi, 1. august 2024
Bárður á Steig Nielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo