Tað sum fær mestu ávirkan á heimssøguna í 20. øld er, at Amerika tosar enskt
- Otto von Bismarck

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Grímur Sundstein, løgtingsmaður
Svarari:  Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni:  Avleiðingar av skattaumskipanini

Spurningar:   
1. Hevur Fíggjarmálaráðið gjørt nakra greining av, hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt fyri tey, ið arbeiða uttanlands?

Viðmerkingar:
Beint fyri jól í fjør varð ein skattaumskipan samtykt á Løgtingi. Henda umskipan rakti m.a. tey, ið arbeiða uttanlands og fiskimenn við útlendskum skipum. Avleiðingin varð, at frádráttir teirra blivu minkaðir ella strikaðir.

Ávarað varð móti, at skattaumskipanin kundi hava ta avleiðing, at tey, ið blivu rakt, antin fluttu av landinum ella fóru undir aðrar skipanir, ið ikki blivu raktar. Hendir tað, so missir landskassin inntøkur, og tað, ið var ætlað sum ein meirinntøka, verður ístaðin ein mist inntøkukelda. 

Í løgtingsmáli nr. 104/2023 skrivar meirilutin í Fíggjarnevndini – samgonguumboðini – í álitinum, at tey heita á Fíggjarmálaráðið um at halda eyga við, um tað er so, at fólk flyta av landinum ella í aðrar skipanir. 

Frádráttirnir skulu minkast ella strikast í árligum stigum, og tað skal aftur henda nú tann 1. januar 2025. Tí hevði verið áhugavert at vitað, um Fíggjarmálaráðið hevur gjørt nakra greining av, um fólk eru flutt av landinum ella í aðra skipan, áðrenn frádráttirnir verða lækkaðir enn meira, og tí møguliga gera skaðan enn størri.

Á Løgtingi, 10. oktober 2024
Grímur Sundstein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo