Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður
Svarari: Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Brandskúlin (Trygdardepilin við Áir)

Spurningar:
1. Hvussu gongst við at flyta brandskúlan hjá Trygdardeplinum við Áir til Klaksvíkar?

2. Hvar er ætlanin, at skúlin skal verða staðsettur í Klaksvík?

3. Fylgja lærararnir við flytingini?

4. Er leiðslan á Sjónámi tikin við upp á ráð í tilgongdini, ella undir hvørjum stovni skal brandskúlin verða?

5. Við Áir er m.a ein konstruktión av einum maskinrúmi, har venjingar verða gjørdar. Verður henda konstruktiónin flutt til Klaksvíkar, ella verður ein bygd av nýggjum?

Viðmerkingar:
Tað vóru hugalig tíðindi fyri norðoyingar, tá tað frættist í síni tíð, at brandskúlin skuldi flytast til Klaksvíkar.

Tað er tí sera áhugavert at fáa at vita, hvar málið liggur í løtuni.

Somuleiðis er áhugavert at vita, hvar í Klaksvík brandskúlin skal staðsetast, soleiðis at roykurin frá honum ikki kann verða ein bági fyri grannar og onnur.

Á Løgtingi, 5. august 2022
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo