Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum
Evni: Eftirlit við festum

Spurningar:
1. Hevur Búnaðarstovan gjørt nakra ætlan fyri, hvussu reglulig sýn kunnu verða gjørd av festum?

2. Hvussu nógv festisýn hevur Búnaðarstovan gjørt seinastu tvey árini?

Viðmerkingar:
Fyri tveimum árum síðani setti Heðin Mortensen, sum tá var løgtingsmaður, undirritaða, sum tá var landsstýrismaður, ein § 52a fyrispurning, nr. 92/2019, har spurt varð, um nøkur skylda ella ábyrgd er hjá Búnaðarstovuni at hava eftirlit við ella vitja festi til tess at tryggja, at festibrævið er dagført.

Í svarinum til fyrispurningin varð millum annað sagt: “Búnaðarstovan hevur sambært lóg um landsjørð skyldu til at hava eftirlit við almennu festunum, ikki bara tá ið festaraskifti er. Hetta eftirlit hevur ikki virkað nóg væl seinastu árini, men stig eru tikin til at fáa hesi viðurskifti í rættlag, og Búnaðarstovan er biðin um at fyrireika eina ætlan soleiðis, at festisýn frameftir verða framd regluliga.”

Nú tvey ár eru liðin, síðani nevndi spurningur varð svaraður verður spurt, um gongd er í málinum.

Á Løgtingi tann 16. juni 2022
Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo