Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Inntøkur frá fiski- og alivinnuni síðani 2018

Spurningar:
1. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá fiskivinnuni til landskassan verið í 2018, 2019, 2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?

2. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá alivinnuni til landskassan verið í 2018, 2019, 2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?

Viðmerkingar:
Fiskivinnan og alivinnan eru fíggjarligu grundsúlurnar undir føroyska samfelagnum.

Seinastu árini hevur gingið misjavnt við fiskivinnuni. Heimaflotin hevur havt tað trupult í mong ár, meðan serliga uppsjóvarvinnan hevur havt nøkur góð ár.

Hjá alivinnuni hevur gingið væl seinastu árini.

Sveiggj eru altíð í vinnugreinum, sum hava við sjógvin at gera, og sveiggini hava tí stóra ávirkan á fíggjarligu fortreytirnar í føroyska samfelagnum og eisini hjá landskassanum.

Eg havi í tveimum umførum sett líknandi fyrispurning og havi tí fingið samlaðu inntøkur landskassans í báðum vinnum frá 1997 og fram til og við 2017.

Seinastu árini hava verið hendingarík í báðum hesum vinnum og er tí áhugavert at frætta, hvussu hetta hevur ávirkað inntøkur landskassans fíggjarliga.

Á Løgtingi, 21. mars 2023
Magnus Rasmussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo