Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Gerandisvørur og príseftirlit

Spurningar:
1. Er nakað eftirlit við matvøruprísunum í Føroyum?
2. Hvussu tryggja vit okkum, at inflatiónin ikki rakar óneyðuga hart?
3. Nær verður lógarbroytingin í kappingarlógini borin í Løgtingið?
4. Hvørjar broytingar verða gjørdar í lógini?

Viðmerkingar:
Brúkaraprístalið heldur á at vaksa – hóast tað í seinastuni veksur eitt sindur spakuligari. Landsbankin vísir á, at í øðrum ársfjórðingi 2023 vaks brúkaraprístalið við 4,4%, og tað er munandi lægri, enn vøksturin í brúkaraprístalinum hevur verið síðani annan ársfjórðing 2022.

Sambært Landsbankanum eru tað tó serliga hækkaðir matvøruprísir, sum toga brúkaraprístalið upp. Nakað, sum øll húsarhald í Føroyum merkja í løtuni. Serliga meint rakar tað tey lág- og miðalløntu, tí talan er um neyðsynjarvørur. Tað tykist sum, at tað er skjótt at hækka prísirnar, men gongur meira striltið at lækka teir aftur.

Í vár var uppskot um at seta á stovn eitt føroyskt príseftirlit til viðgerðar í Løgtinginum. Uppskotið fall, men við teimum viðmerkingum, at nevndu økir eiga at fáa hægri raðfesting og eiga at skrivast inn í “lógina um kapping”, heldur enn at skipa nevndu økir í eini “nýggjari lóg og einum nýggjum stovni”.

Nevndu økini, sum Vinnunevndin í álitinum legði dent á, eru, at í vinnugeirum við avmarkaðari kapping eigur kappingarlógin at hava víðari virkisøki og størri heimildir.

Mælt varð til, at broytingar í lógini vórðu framdar í seinasta lagi í heyst.

Tí hesar spurningar.

Á Løgtingi, 28. september 2023
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo