Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Ritalin

Spurningar:
1. Hvussu nógv ritalin er útskrivað í Føroyum seinastu 10 árini?

2. Hvussu nógvir borgarar hava fingið útskrivað ritalin seinastu 10 árini?

3. Hvør skrivar út ritalinið til brúkarar – kommunulæknar, sálarlæknar ella onnur?

4. Hvør hevur eftirlit við, at heilivágur ikki verður skeivt útflýggjaður?

Viðmerkingar:
Í vikuni frættist aftur, at alsamt fleiri ung brúka rúsevni. Talan er ikki um rúsevni, sum eru ólógliga framleidd og smuglað til landið, sum t.d. hassj, kokain ella amfetamin, men um reseptheilivág, sum verður útflýggjaður av apotekinum. Serliga ritalin, sum er ADHD-heilivágur.

Trupulleikin er, at partur av ritalininum verður ikki brúkt av teimum, sum veruliga hava tørv á tí, men verður handlað og misbrúkt av ørðum fólkum. Hetta sæst aftur bæði hjá løgreglu og á viðgerðarstovnum kring landið.

Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki í Føroyum. Í 2013 kundi Kringvarp Føroya fortelja okkum, at frá 2005 til 2011 fimmfaldaðist talið á teimum, sum fingu útskrivað ritalin frá lækna.

Síðani hevur trupulleikin javnan verið frammi. Seinast í vár, nú sproytur, sum eru brúktar at rúsa seg við, liggja og sløðast í Havnini.

Ofta verður tosað um at herða eftirlitið við landamørkini fyri at fyribyrgja, at ólóglig rúsevni verða smuglað til landið. Samstundis verða “lóglig” rúsevni útflýggjað á apotekum kring landið hvønn einasta dag.

Tí hesar spurningar.

Á Løgtingi, 13. apríl 2023
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo