Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum
Evni: Sjúkrahús og plásstrot

Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvir føroyingar hava verið noyddir at liggja á sjúkrahúsum í Føroyum seinasta árið, tí tað ikki er pláss ella arbeiðsorka á eldraheimum og sambýlum?

2. Hvussu er býtið millum Suðuroyar Sjúkrahús, Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið í hesum sambandi?

Viðmerkingar:
Tað er ein stór samfelagslig avbjóðing, at starvsfólkatrotið ger, at sengur standa tómar á m.a. eldraheimum. Hetta eru pláss, sum kundu verið brúkt til fólk, sum hava tørv á teimum.

Tað er eisini ein stór samfelagslig avbjóðing, tá pláss ikki eru tøk til føroyingar, sum hava tørv á teimum á eldraheimum og sambýlum.

Harumframt eiga sjúkrahúsini ikki at vera til at hýsa borgarum, sum hava tørv á varandi røkt og kunnu búgva aðrastaðni. Sjúkrahúsið er til sjúk fólk. Tað kann ikki sigast at vera virðiligt at búgva á einum sjúkrahúsi eftir, at viðgerðin er liðug.

Tað er umráðandi at vita, hvussu nógvir føroyingar verða noyddir at verða verandi á sjúkrahúsi, tí pláss ikki er fyri teimum á eldraheimum og sambýlum.

Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 25. mars 2022
Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo