Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Skúvoy og farmur

Spurningar:
1. Hvussu nógvir túrar verða gjørdir til Skúvoyar við og eftir tungum farmi, sum Sildberin ikki megnar at flyta, um árið?

2. Hvørji skip hjá SSL røkja (tungu) farmatúrarnar til Skúvoynna?

3. Hevur SSL skipskapasitet til at økja um farmatúrarnar til Skúvoynna?

4. Hvat er kostnaðurin fyri at røkja verandi farmatúrar?

5. Hvat er eyka kostnaðurin av at tryggja Skúvoyingum ein farmatúr um mánaðin við tilkalling?

6. Hvat er eyka kostnaðurin av at tvífalda farmatúrarnar?

7. Fer tað at broyta fortreytirnar fyri farmi og sigling annars til Skúvoyar at Sandoyartunnilin letur upp?

Viðmerkingar:
Sildberin røkir sjóvegis rutuna til Skúvoyar, men er øgiliga avmarkaður í kapasiteti og kraft (hevur lítlan krana), tá tað kemur til tungan farm. Tí mugu onnur skip hjá SSL inn á rutuna fyri at flyta tunga farmin aftur og fram.

Sambært borgarum á oynni eru farmatúrarnir minkaðir nógv í tali, og eru teir ov fáir í mun til tørvin í dag. Ein av orsøkunum, sum hevur verið nevnd, er, at Ritan hevur havt ein týðandi leiklut, tá tað kemur til tunga farmin í Skúvoy. Eftir at hon bleiv flutt frá leiðini millum Havnina og Nólsoynna til at røkja rutuna úr Hvannasundi til Svínoyar og Fugloyar eru farmatúrarnir til Skúvoyar minkaðir nógv, tí at Ritan ikki hevur kunna verið ein “viðspælari” í sama mun sum áður.

Á Løgtingi, 28. september 2022
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo