Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Høgni Hoydal hevur sett Jørgen Niclasen skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini um útbjóðing av bergholinum til Fámjins

1. Hví er undangóðkenningin av fyritøkum at bjóða uppá bergholið til Fámjins ikki avgreidd, nú freistin langt síðani er farin?

2. Hvørjar fyritøkur hava bjóðað seg fram og latið tilfar til undangóðkenningina, áðrenn freistin fór?

3. Nær verður kunngjørt, hvørjar fyritøkur hava latið tilfar inn, áðrenn freistina, og hvørjar eru undangóðkendar at bjóða?

4. Nær verður sjálv útbjóðingin av bergholinum framd, og hvussu er tíðarætlanin fyri at gera bergholið, tilkoyringarvegir – og nær er ætlanin at koyrandi verður?

5. Um ein kæra er komin um málið, hvaðani og til hvønn er hon komin, og hevur Landsverk viðgjørt hana og mælt til at útseta málið?

Viðmerkingar:
Freistin hjá fyritøkum at bjóða seg fram til undangóðkenningar at gera bergholið til Fámjins varð sett til Kristi himmalferðardag 13. mai 2021.

Men freistin varð útsett nakrar dagar orsakað av, at heiligdagur var henda dagin.

Kortini er onki fráboðað um, hvørjar fyritøkur hava bjóðað seg fram, og hvørjar eru undangóðkendar at gera bergholið til Fámjins.

Tí verður spurt, hvør orsøkin er til hetta, nær hetta verður avgreitt, og hvør tíðarætlanin er fyri alla verkætlanina.

Á Løgtingi, 3. august 2021
Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo