Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-026/2022 frá Ruth Vang, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um í hvørjum kassa húsaleiguskattur endar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør kommuna fær kommunuskattainntøkuna av langtíðarleigu sambært §8a í ásetingarlógini, tá eigarin av leigubústaðnum er búsitandi/skattskyldugur í aðrari kommunu, enn har leigubústaðurin er?

2. Hvør kommuna fær skattainntøkuna av leiguinntøku, sum ikki kemur undir langtíðarleigu, men sum stavar frá eitt nú stutttíðarleigu til ferðafólk, Airbnb o.l., tá eigarin av leigubústaðnum er búsitandi/skattskyldugur í aðrari kommunu, enn har leigubústaðurin er?

3. Hvussu stórar eru skattainntøkurnar hjá ávikavist landi og kommunum av langtíðarleigu?

4. Hvussu stórar eru skattainntøkurnar hjá ávikavist landi og kommunum av leigu, sum ikki er langtíðarleiga?

Til nr. 1 og nr. 2
Viðvíkjandi langtíðarleigu sambært § 8 a í ásetingarlógini, verður skatturin býttur til ta kommununa har ognin er staðsett.

Viðvíkjandi stutttíðarleigu, má TAKS fáa upplýsingar frá borgara um eitt møguligt býti til aðra kommunu enn tilhalds- ella heimakommununa.

Reglurnar í §§ 48 til 53 í skattalógini kunnu skiljast soleiðis, at skattaborgarar eiga at gjalda skatt av húsaleigu til ta kommununa, har ið leigumálið er, tá ið talan er um aðra kommunu enn tilhaldskommununa. Reglurnar í §§ 48 til 53 í skattalógini eru tó sera tungar at umsita neyvt fyri persónar, og tær verða tí ikki altíð brúktar. Harafturat er í allar flestu førum talan um sera smáar upphæddir, sum eru skattskyldugar. Botnfrádrátturin í bruttoskattaskipanini ger, at í flestu førum skal talan vera um tvey ella fleiri leigumál, áðrenn inntøkan er skattskyldug.

Viðvíkjandi vinnuligari útleigan, tá ið feløg rinda partafelagsskatt av vinningi av at leiga út ognir ymsastaðni í landinum, eru óivað nøkur dømi um, at reglurnar um skatt til atvinnukommununa í §§ 48 til 53 skattalógini verða brúktar. Í teimum førum er eisini neyðugt, at TAKS fær upplýsingar frá feløgum um eitt møguligt býti til aðra kommunu enn tilhalds- ella heimakommununa.

Til nr. 3 og nr. 4
Skatturin av húsaleigu verður býttur við 45% til avvarðandi kommunu og 55% til landskassan.

Inntøkurnar hjá landi og kommunum tilsamans av skattinum á húsaleigu vóru um 1,5 mió. kr. í 2021. Hendan upphæddin stavar øll frá bruttoskattaskipanini.

Viðvíkjandi húsaleiguskatti, sum ikki er langtíðarleiga, er at nevna, at inntøka av stutttíðarhúsaleigu verður uppgivin sum B-inntøka (húsaleiga við roknskapi) og verður skattað saman við aðrari inntøku og tí ber ikki neyvt til at siga, hvussu stór skattainntøkan av hesum er til land ella til kommunur.

Tinganes, 20. september 2022
Uni Rasmussen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo