Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-025/2022 frá Henrik Old, løgtingsmanni, settur
landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen, um gjaldið frá Strandferðsluni til Tórshavnar havn

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvat Strandferðslan rindar í leigu fyri parkeringsøkið á Bursatanga?

2. Hvat kostar tað hjá Strandferðsluni at leiga tornið til at ganga umborð á Smyril?

3. Hvat kostar tað hjá Strandferðsluni at leiga pakkhús og skrivstovu á kaiini?

4. Hvussu nógv rindar Strandferðslan í havnargjaldi fyri Smyril til Tórshavnar havn?

5. Hvat er gjaldið hjá Strandferðsluni fyri ferðafólk og bilar, sum fara umborð á Smyril umframt samlaða gjaldið fyri 2021?

6. Hvussu nógv rindar Strandferðslan fyri bingjur og last fyri virksemið á Bursatanga?

7. Hvat er sostatt samlaða gjaldið hjá Strandferðsluni til Tórshavnar havn?

Svar til spurning 1, 2, 3 og 6
Strandferðslan rindaði 1,0 mió. kr. í leigu til Tórshavnar Havn í 2021. Leigan av farstøðini, økinum til bilar, bussar, bingjur og sleip kostaði 754 tús. kr. Trapputornið kostaði 237 tús. kr., og at leiga skrivstovu í farstøðini kostaði 35 tús. kr.

Svar til spurning 4 og 5
Strandferðslan rindaði 3,62 mió. kr. í havna- og brúgvagjaldi til Tórshavnar havn. Av hesum 3,0 mió. kr. fyri Smyril (Suðuroyarleiðina), og 622 tús. kr. fyri Ternuna (Nólsoyarleiðina).

Harumframt rindaði Strandferðslan 2,1 mió. kr. í vørugjaldi. Av hesum 1,8 mió. kr. fyri Smyril og 271 tús. kr. fyri Ternuna. “Vørugjaldið” er fyri ferðafólk, bilar, bingjur, lastir og tílíkt.

Strandferðslan rindar 4 kr. fyri hvørt ferðafólk (undantikið skúlabørn, barnagarðar o.a.), 8 kr. fyri hvønn persónbil og 16 kr. fyri størri akfør og sleip, sum koma í havn ella bryggju hjá kommununi. Tað merkir, at Strandferðslan rindar bæði, tá ið komið verður til Nólsoyar og til Havnar. Landið eigur hinvegin havnina á Krambatanga.

Svar til spurning 7
Samanumtikið var leigukostnaðurin hjá Strandferðsluni 1,0 mió. kr., havna – og brúgvagjaldiðvar 3,62 mió. kr., og vørugjaldið 2,1 mió. kr.

Samlaðu útreiðslurnar hjá Strandferðsluni til Tórshavnar havn vóru sostatt 6,73 mió. kr. í 2021.

Sí eisini talvuna niðanfyri.

Tinganes, 23. septembur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo