Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kendi sangarin, guitarleikarin og lagsmiðurin Stanley Samuelsen hevur í morgin, sunnudagin 18. november, kl. 16 konsert í Hoyvíkar kirkju fyri 9. ferð. Tað er vorðin ein fastur siður, at hann hevur konsert í kirkjuni í Hoyvík hesa tíðina av árinum.

Stanley hevur sum kunnugt m.a. smíðað eitt ótal av løgum til tekstir hjá okkara fremstu skøldum, m.ø. brøðrunum Janusi og Hans Andriasi Djurhuus og Mikkjali á Ryggi, og hann hevur givið fleiri fløgur út. Hann er ættaður úr Fuglafirði og hevur búð í Danmark í mong ár. Men honum dámar sera væl at vitja heima í Føroyum og at framføra sín tónleik.

Stanley hevur eisini ferðast nógv sum tónleikari, bæði í Norðurlondum, Evropa sum heild og í USA.

Konsertin hjá Stanley Samelsen í Hoyvíkar kirkju er sum sagt sunnudagin kl. 16. Og sum vanligt er hon ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo