Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Síðani Búskaparráðið – áðrenn tað varð niðurlagt – gjørdi sína temafrágreiðing um tørvin á starvsfólki á vælferðarøkinum, hevur neyvan gingið vika, har ikki dømir eru komin fram um arbeiðsumstøðurnar, lønirnar og útbúgvingartørvin. Fakfeløg og fólk, sum starvast á økinum, hava støðugt rópt varskó.

Politiskt hava starvsfólkini verið undirdíkt í lovorðum undir koronatíðini – sum gerandishetjurnar, ið hava brotið vakt fyri samfelagið. Men við orðunum hevur ongin gerð fylgt – enn.

Í Tjóðveldi fóru vit tó beinanvegin í gongd við at gera nakað við tað. Vit hava lagt røð av uppskotum fyri tingið um at útbúgva fleiri námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Vit hava samskift við óteljandi fólk, ið starvast á økinum um støðuna – eisini tímalønt reingerðarfólk, matgerðarfólk o.s.fr. Vit hava verið hjá øllum fakfeløgunum, ið umboða starvsfólkini.

Og vit settu serfrøðingar at greina lønarviðurskiftini í mun til at liva og búgva í dagsins samfelag. Niðurstøðurnar vóru greiðar: Fíggjarorkan hjá lægstløntu bólkunum er so mikið lítil, at gerandisdagurin kann ikki hanga saman. Í fleiri førum er talan um, at løntakarin og húskið eru í fátæktraváða.

Hetta ber als ikki til.

Tí legði Tjóðveldi í oktober í fjør uppskot fyri Løgtingið um eina veruliga ætlan og eina røð av átøkum fyri at lyfta vælferðarstørvini. Her verður m.a. skotið upp:

  • At set eini serliga lønarpulju av til at lyfta lægstu lønirnar.

  • At seta gongd á niðursetta arbeiðsviku.

  • At tryggja fólki møguleikan at arbeiða fulla tíð.

  • At bøta um arbeiðsumhvørvið og arbeiðskorini.

  • At útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsuhjálparar og heilsurøktarar.

  • At arbeiðið við førleikamenning og førleikameting verður styrkt, eisini fyri ófaklærd.

  • At arbeiða miðvíst við javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og útbúgvingarøkinum.

Uppskotið er nú – eftir 4 mánaðir í viðgerð í Løgtinginum – til atkvøðugreiðslu í dag.

Nú kunnu tingfólk og flokkar prógva, um tey meina nakað við tosið. Eisini eru vit spent, um nýggi landsstýrismaðurin í almannamálum fer at tala fyri uppskoti okkara.

Uppskotið og frágreiðingin um lønarviðurskifti og fátækraváða kann lesast her: Mál (logting.fo).

Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo